Konsert við Ole Børud flutt vegna umfarssótt

Í samband við umfarssóttina, sum rakar okkum øll í hesum døgum, so ber sjálvsagt ikki til at hava konsertina við Ole Børud sum ætlað 4. apríl. Vit arbeiða í løtuni við at samskipa og finna ein nýggjan dato seinni í ár, og fara at lýsa við tí tá vit vita meira. Um tú ynskir at fáa atgongumerki endurgoldið, so skriva vinaligast til okkum á post@gjamma.com, minst til at upplýsa bíleggingarnummar. Annars verður atgongumerkið galdandi til konsertina seinni í ár.

Vit takka fyri at tit skilja støðuna.