Tíðindi
T.O.S. "Til tann, ið oyru hevur"

TOS_-_til_tann_i_oyru_hevur  Fyrsta fløgu-útgávan frá spennandi Eysturoyar-bólkinum T.O.S. fæst nú á GJAMMA.com.

 

  Trýst á myndina til tess at lurta eftir brotum úr fløguni.

 

  Vit senda ókeypis um alt landið - og av landinum fyri vanligt postgjald.

 
GJAMMA Gaither-Club
Guy_Penrod_-_Breathe_deep_CDFá nýggjastu Gaither-útgávurnar beinleiðis
í postkassan annanvønn mánaða!

- Vel millum: CD: 125,- ella DVD: 155,- ella CD+DVD: 255,-
- Post- og avgreiðslugjald íroknað
- Nógv onnur góð ser-tilboð


Byrjunnar-Tilboð: Tekna teg sum lim nú og fá nýggju útgávuna frá Guy Penrod "Breathe Deep" fyri einans 100,- (íroknað postgjald)

 
GJAMMA-Live takkar føroyingum!

EHSSQ_newEftir framúrskarandi konsertina við Ernie Haase & Signature Sound týskvøldið ynskir GJAMMA-Live hervið at takka øllum fyri dygga uppmøting, hjálp og stuðul. Útivið 700 fólk høvdu leitað sær innar í Kelduna í Skálafirði hetta illfýsna vetrar-kvøldið og fingu hesi eitt satt upplivilsi og eitt langt kvøld saman við einum av "heitastu" bólkunum innan Gospel-Tónleikin í løtuni. Í meira enn 2 tímar bergtóku Ernie Haase og hansara menn fjøldina, sum við klappi, látri, tárum og sangi aktivt tóku lut í løtuni. Ein av viðmerkingunum frá forsangaranum eftir konsertina var at hann merkti ein heilt serligan opinleika frá fjøldini - "tað var sum um at tey ótu hvørt orð, ið kom av pallinum, og vildu allatíðina hava meira ". Eitt lítið video-klipp frá pallinum kann síggjast her: http://www.youtube.com/user/ehssq .

 

Uppmøtingin til hesa konsertina hevur avgjørt givið okkum áræði at halda áfam við a skipa fyri slíkum tiltøkum - serstakliga gott var tað at so nógv valdu at keypa í forsølu heldur enn við dyrnar - og næsta tiltak frá GJAMMA-Live er neyvan langt burtur...

 

 

 
Jóannes S. Hansen "Við Løkin"

joannes_s_hansen_-_vid_lokin.jpgFríggjadagin 30. oktober kom Jóannes S. Hansen á marknaðin við fløguútgávu, ið kallast “Við Løkin”. Talan er um eina fløguútgávu við nýggjari og eldri sálmum, sum Jóannes á sín serstaka hátt tulkar á flyglinum. 

 

Les og hoyr meira um fløguna við at trýsta á myndina vinstrumegin. Fløgan kann somuleiðis bíleggjast við at trýsta á myndina vinstrumegin - vit senda ókeypis um alt landið.

 

 
Nýggj lovsongsfløga frá KUTLESS

kutless_-_it_is_well.jpg Rokk-bólkurin KUTLESS - sum spældi í Føroyum í fjørð - gevur nú út sína aðru lovsongs-fløgu. Fyrra fløgan "Strong Tower" (2005) fekk sera góða móttøku og er at rokna sum ein av ný-klassikarunum innan kristna tónleikaheimin. Nýggja útgávan er ein blanding av kendum og nýggjum lovsongum í rokk-hami.

 


 
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram > Endi >>

JPAGE_CURRENT_OF_TOTAL
Gjamma.com | copyright 2010 | by PAL
JoomlaWatch Stats 1.2.9 by Matej Koval