|
GJAMMA-Live takkar føroyingum! |
|
Eftir framúrskarandi konsertina við Ernie Haase & Signature Sound týskvøldið ynskir GJAMMA-Live hervið at takka øllum fyri dygga uppmøting, hjálp og stuðul. Útivið 700 fólk høvdu leitað sær innar í Kelduna í Skálafirði hetta illfýsna vetrar-kvøldið og fingu hesi eitt satt upplivilsi og eitt langt kvøld saman við einum av "heitastu" bólkunum innan Gospel-Tónleikin í løtuni. Í meira enn 2 tímar bergtóku Ernie Haase og hansara menn fjøldina, sum við klappi, látri, tárum og sangi aktivt tóku lut í løtuni. Ein av viðmerkingunum frá forsangaranum eftir konsertina var at hann merkti ein heilt serligan opinleika frá fjøldini - "tað var sum um at tey ótu hvørt orð, ið kom av pallinum, og vildu allatíðina hava meira ". Eitt lítið video-klipp frá pallinum kann síggjast her: http://www.youtube.com/user/ehssq .
Uppmøtingin til hesa konsertina hevur avgjørt givið okkum áræði at halda áfam við a skipa fyri slíkum tiltøkum - serstakliga gott var tað at so nógv valdu at keypa í forsølu heldur enn við dyrnar - og næsta tiltak frá GJAMMA-Live er neyvan langt burtur...
|