Creed
Vit trúgva:

at Bíblian er hitt einasta innblásta, lýtaleysa og álítandi Orð Guds.
(2. Tim. 3.15-4.1; 1. Tess. 2.13; 2. Pæt. 1.21-2.1)

at tað er ein sannur, ævigur, tríeinur Gud: Faðir, Sonur og Heilagur Andi.
(5. Mós. 6.4; Es. 43.10-11; Matt. 28.18-20; Luk. 3.22)

at Harri okkara Jesus Kristus er guddómligur, varð føddur av moyggj, livdi eitt lív uttan synd, gjørdi undur, doyði fyri okkum á krossinum, reis upp likamliga, fór upp til Himmals, og kemur aftur í mátti og dýrd.
(Matt. 1.23; Luk. 1.31-32; Áp. 10.37-38; Áp. 2.22; Heb. 7.26-27; 1. Kor. 15.3-5; 2. Kor. 5.21-6.1; Matt. 28.6; Luk. 24.39; Áp. 1.9-11; Fil. 2.9-11; Heb. 1.3)

at tað avgjørt er neyðugt fyri syndarar at endurføðast av Heilaga Andanum; andaliga at føðast av nýggjum. Tað er bara við kraft Heilaga Andans, at trúgvandi eru før fyri at liva eitt meira gudrøkið lív.
(Róm. 10.12-13; Ef. 2.8-10; Tit. 2.11; Tit. 3.4-8; Róm. 8.16; Ef. 4.24; Tit. 2.12)

at tað er ein uppreisn, bæði fyri frelst og fortapt; ævigt lív í Himli fyri tey frelstu, Helviti fyri tey fortaptu.
(1.Tess. 4.15-17; Róm. 3.23-24; 1. Kor. 15.51-52; Op. 20.11-15; Op. 21.6-8)

at Jesus Kristus reis upp frá deyðum og kemur aftur skjótt.
Zak. 14.4-5; Matt. 24.26; Matt. 24.30; Op. 1.7; Op. 19.11-13)

at stóra boðið til samkomuna er at fara út í allan heimin at boða gleðiboðskapin til øll, og brúka øll nýmótans samskiftisamboð, sum vit hava.
(Mark. 16.15; Luk. 14.23; Matt. 28.19-20; Áp. 1.7-8)

á andaliga einleikan hjá trúgvandi gjøgnum verk Heilaga Andans og Jesu Krists.
(Ef. 4.11-13; Sálm. 133.2; Fil. 2.1-3)

á heilagt, kristi lív, og vit mugu hava umsorgan fyri líðing og tørvi hjá okkara medmenniskjum/næsta.
(Kol. 3.12-14; Róm. 15.1-2)

at vit mugu halga okkum av nýggjum til Harrans tænastu og Hansara ræði/harradømi yvir okkara lívi.
(Kol. 2.9-11; Ef. 6.7-8)
 
Gjamma.com | copyright 2010 | by PAL
JoomlaWatch Stats 1.2.9 by Matej Koval