Frontpage Slideshow (version 2.0.0) - Copyright © 2006-2008 by JoomlaWorks

Facebook-icon  Finn okkum á Facebook

handil-box news-box events-box live-box
Nýggj barna-DVD

Ljsi_2 Ein nýggj og forkunnug barna-DVD er komin á føroyska marknaðin! Tað er plátufelagið Rock Pipit Records, sum saman við framleiðslufelagnum Raclip hevur tikið stig til at geva út ein film við vælkendu Beintu, Absalon og "Dumsunum". Beinta og Absalon Áargarð hava í fleiri ár ferðast kring landið við framførslu av ymiskum slagi. Við sær hava tey havt skiftandi "figurar", sum hava fingið egið lív og mál gjøgnum búktaluna hjá Absalon. Serliga er tað tann heldur óargaligi - men tó óskyldugi - dukkudrongurin Niklái, sum hevur bergtikið bæði børn og vaksin við sínum stuttligu, men ótilvitaðu speisku viðmerkingum.

Figurarnir hjá Beintu og Absalon eru ikki dukkur og ei heldur bamsur - tær eru "Dumsur"! Í nýggja filminum, Ljósið, tosa tær við tey bæði um Ljós og annað gott. Harafturat eru eisini sangframførslur frá dumsa-bólkinum "The Duke Quartet" og sum nakað heilt spennandi, ein spildurnýggj sangframførsla við Daniu Tausen.


Filmurin er uml. ein tíma til longdar. Harafturat kemur nakað av eykatilfari umframt upptøkur handan leiktjaldið. Filmurin kann bíleggjast við at trýsta á myndina omanfyri. Vit senda ókeypis kring alt landið, og mvg-frítt av landinum.

 
T.O.S. "Til tann, ið oyru hevur"

TOS_-_til_tann_i_oyru_hevur  Fyrsta fløgu-útgávan frá spennandi Eysturoyar-bólkinum T.O.S. fæst nú á GJAMMA.com.

 

  Trýst á myndina til tess at lurta eftir brotum úr fløguni.

 

  Vit senda ókeypis um alt landið - og av landinum fyri vanligt postgjald.

 
GJAMMA Gaither-Club
Gaither_Vocal_Band_-_greatly_blessedFá nýggjastu Gaither-útgávurnar beinleiðis
í postkassan annanvønn mánaða!

- Vel millum: CD: 125,- ella DVD: 155,- ella CD+DVD: 255,-
- Post- og avgreiðslugjald íroknað
- Nógv onnur góð ser-tilboð


Tilboð: Tekna teg sum lim nú og fá fløguna "Greatly Blessed"(2010) við Gaither Vocal Band fyri einans 75,- (íroknað postgjald)

 
Gjamma.com | copyright 2010 | by PAL
JoomlaWatch Stats 1.2.9 by Matej Koval